Kunnandi fyrilestur um plastdálking á umhvørvisviku


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

21.04.2017 - 14:35

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Dálking

Høvuðsnavnið í Umhvørvisvikuni 2017 í Havn er Henrik Beha Pedersen. Henrik Beha Pedersen er umhvørvislívfrøðingur og íverkseti. Hann hevur stovnað NGO felagsskapin Plastic Change, hvørs endamál er at skjalprógva plastdálking í høvunum.

Plastic Change arbeiðir, umframt at skjalprógva plastdálking, eisini við at kunna almenningin, ídnaðin og politikarar um plasttrupulleikar. Felagsskapurin leggur dent á at miðla ymiskar loysnir, sum kunnu steðga umfatandi plastdálkingini í heiminum.

- Henrik Beha Pedersen er kendur fyri sítt týdningarmikla arbeiði mótvegis plastdálking, og nógv viðmæla Henrik Beha Pedersen sum ein framúrskarandi fyrilesara. Tí vil eg heita á øll um at koma at lurta eftir hesum spennandi fyrilestri hjá Henrik Beha Pedersen, sigur Turið Horn, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu.

Fyrilesturin hjá Henrik Beha Pedersen verður mikukvøldið í Reinsarínum. Umframt Henrik Beha Pedersen fer Jóhannis Danielsen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, at tosa um skaðilig árin av plastdálking á sjónum.

Tíðindaskriv frá Visit Tórshavn