Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes. Myndin er tikin á Sandsvág tá Marine Harvest legði út tann fyrsta royndaraliringin.

Kunnu vera klár at ala laks á Sandsvág í apríl 2016

Jógvan Hugo Gardar

29.10.2015 - 12:18

>

Marine Harvest Faroes hevur fingið møguleika at ala laks á Sandsvág, men áðrenn tey seta út laks er neyðugt við neyvum kanningum av streym- og veðurviðurskiftunum har.

- Vit arbeiða eftir sama málsetningi við Sandsvág. Vit hava lagt allar fortøyningar út, sum eru til áttveta ringar. Vit leggja  tveir ringar í í dag klárar í rammuna har vit fara at hanga tvær nótir í, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Marine Harvest Faroes.

Talan er um tvær ymsar nótir.

- Hetta eru sterkari nótir og fara vit at royna tær í vetur um tær halda til illveðrið. Samtíðis fara vit at kanna aldu og streym ein vetur afturat so vit kenna Sandsvág betri, sigur hann. 

- Um vit koma til tað niðurstøðu, at har ber til at ala, so leggja vit fimm ringar afturat, tað vil siga sjey ringar tilsamans út í apríl 2016 og sjóseta 500.000 laksar. Tá byrjar alingin á Sandsvág, sigur Hans Jákup Mikkelsen. 

Fiskaaling ger aldu og streymkanningar fyri Marine Harvest, og teirra meting er at Sandsvág er harbalnasta øki í Føroyum. 

- So hetta er ein stór avbjóðing fyri okkum, sigur stjórin á Marine Harvest Faroes.