Kunoyar kirkja umvæld


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jógvan Hugo Gardar

16.07.2017 - 12:00

Tíðindi >

Í sambandi við at Kunoyar kirkja 1.sunnudag í advent í ár hátíðarheldur 150 ára føðingardagin, hava ymiskar ábøtur verið gjørdar á kirkjuna.

Arbeiðið at umvæla kirkjuna byrjaði fyrst í februar í ár. Síðan tá hevur gudstænasta verið hildin í skúlanum í Haraldssundi.

Øll ravmagns skipanin er gjørd av nýggjum, nýggjar ljósakrúnur og annað ljós er sett upp. Eisini er kirkjan vorðin málað av nýggjum innan. Hetta arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at gudstænasta kann verða hildin í kirkjuni í dag kl.12.00.

Í hesum sambandinum varð boði til morgunmat í bygdarhúsinum kl.10.30 áðrenn gudstænastuna.

Nakað av arbeiði er eftir at gera uttandura. Ein partur av klædninginum skal skiftast, og kirkjan skal málast uttan.