Kveikingardagur fyri fiskivinnuni um lívfeingisbúskap



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

17.02.2017 - 17:39

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Gransking

Týsdagin bjóðar West Nordic Bioeconomy Panel fiskivinnuni til ein kveikingardag á granskarasetrinum iNOVA.

Nora fíggjar West Nordic Bioeconomy Panel, sum hevur til endamáls at orða eina strategi, ið skal menna lívfeingisbúskapin í útnorðri.

Síðstu árini hevur nógv verið kjakast um í hvønn mun og hvussu alt av fiskinum skal fáast til høldar, soleiðis at lívfeingið úr norðurhøvum kann gagnnýtast til fulnar.

Í hesum sambandi setti Norðurlandaráðið eina forkanning í verk, sum skuldi kanna møguleikar og avbjóðingar við at taka allan fiskin til lands. Forkanningin, sum ber heitið ‘Alt í land’, varð samskipað av Syntesu, við luttøku frá MATÍS, Nofima og Grønlands Naturinstitut.

Ein av niðurstøðunum frá “Alt í land” frágreiðingini var, at fyri at koma fram á leið hesum viðvíkjandi, so er tað týdningarmikið at seta mál í mun til gagnnýtsluna av lívfrøðiliga tilfeinginum frá fiskiskapinum, umframt at menna altjóða samstarvið á økinum. Frágreiðingin vísti eisini á, at tann íslendska vinnan er komin langt fram á leið í mun til gagnnýtslu av lívfrøðiliga tilfeinginum frá fiskivinnuni.

Í hesum sambandi bjóðar West Nordic Bioeconomy Panel til kveikingardag, har føroyska fiskivinnan fær høvið at hoyra um royndir frá íslendsku fiskivinnuni umframt at fáa íblástur til møguleikar í Føroyum.

Tey, ið leggja fram eru Janus Vang, stjóri í iNova, Unn Laksá, granskingarverkætlanarleiðari hjá Syntesa, Durita í Grótinum, góðskuleiðari hjá pf. JFK og Hólmfriður Sveinsstjóri, stjóri í Pritis og Iceprotein.