Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

KVF-stjórin samskift við fjølmiðlanevndina at viðgera ákæru um lógarbrot

Sverri Egholm

10.10.2017 - 15:24

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Miðlar

Í tíðargrein í Sosialinum undir yvirskriftini “Karaktermorð fyri almennar licenspengar?” viðger Símun Absalonsen, statsaut. revisor, tíðindaflutningin hjá Kringvarpi Føroya um skattamálið hjá Betri Banka.

Nú svarar Johnny í Grótinum, stjóri í Kringvarpinum, atfinningunum aftur.

- Símun eftirlýsir eina eftirmeting av leiklutinum hjá KVF. Ein uttanhýsis eftirmeting er longu gjørd av fyrstu dokumentarsendingini um málið, nevnd “Skattamálið”, tí Betri Banki kærdi KvF til Fjølmiðlanevndina. Niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini í desember 2016 var, at grundarlag var ikki fyri at geva KvF átalu, hóast sendingin sambært nevndini til tíðir kann tykjast eitt sindur eintáttað.

Tíðargreinin umrøður eisini viðferðina, sum Kringvarpið hevur givið trimum av høvuðspersónunum í málinum, Súna Schwartz Jacobsen, Jørn Astrup Hansen og Eyðun Mørkøre.

- Pástandurin er, at KvF pallsetir teir tríggjar høvuðspersónarnar sera ymiskt. KvF fer í næstum at gera eina innanhýsis eftirmeting av dekninginum av hesum málið, har sjónvarpaðu samrøðurnar við teir tríggjar høvuðspersónarnar eisini verða viðgjørdar.

- Tíðargreinin endar við eini ákæru ímóti KvF um at bróta kringvarpslógina. Hetta er ein somikið álvarsom ákæra mótvegis stovninum, at eg sum stovnsleiðari ikki kann hava hana standandi uttan neyvari viðgerð.

- Serliga ikki, tá eg sum nýsettur kringvarpsstjóri havi sum eitt av aðalmálum mínum at styrkja trúvirði stovnsins. Í samráð við stýrisformannin fyri KvF havi eg í tí sambandi samskift við Fjølmiðlanevndina, hvørt tey koma at viðgera ákæruna um lógarbrot frá Símuni Absalonsen. Sambært lógini um fjølmiðlaábyrgd tekur Fjølmiðlanevndin avgerð í málum, ið viðvíkja brot á góðan fjølmiðlasið.

Sí alt aftursvarið her