(Mynd: TV2)

Kvinnan stjól ætlanirnar hjá Egon Olsen fyri onkran annan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

10.01.2018 - 19:24

Mentan > List > Filmslist

Longu dagin eftir at Nordisk film lat eina Olsen banden framsýning upp, varð framsýningin úti fyri stuldur.

Ein kvinna, sum vitjaði framsýningina, gjørdi ikki mætari enn at stjala pakkan, sum Egon Olsen goymdi ætlanirnar hjá sær í, í filmunum.

Tað var tó ikki torført at finna kvinnuna, tí at hon var fanga á sjónbandi og hevði goldið við Dankort, tá hon skuldi inn til framsýningina.

Kvinnan fór sjálv til løgregluna og gav teimum pakkan. Tað, sum kvinnan neyvan visti, var at pakkin bert var eitt kopi av veruliga pakkanum.

Kvinnan setti seg í samband við løgregluna og segði, at onkur hevði fingið hana til at stjala pakkan. Hon sigur ikki hvør bað hana stjala, ella hví hon skuldi stjala pakkan, skrivar TV2.

Les eisini: Ætlaninar hjá Egon Olsen stjolnar