Savsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Kvinnudystirnir sunnudagin høvdu 11 hyggjarar á netinum

Sverri Egholm

31.05.2018 - 19:17

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Stroymið kvinnurnar ókeypis, takk.

Tað er áheitanin frá hagtalsheimasíðuni FaroeSoccer, sum hevur gjørt nógv burturúr at skriva um bestu kvinnudeildina seinastu árini.

Í sambandi við, at Kringvarpið og fótbóltsfeløgini gjørdist ósamd um stroymingina, gjørdu feløgini av at brúka stroymingarpallin hjá FSF aftur. Fýra dystir í bestu mansdeildini vórðu stroymdir og tveir dystir úr bestu kvinnudeildini vóru stroymdir. 

Tað vóru bara ikki serliga nógvir hyggjarar. Sambært tølum, sum FaroeSoccer hevur fingið frá Fótbóltssambaninum, vóru tað bara 11 hyggjarar til teir báðar kvinnudystirnar ÍF/Víkingur-HB og EBS/Skála-KÍ, harav tann seinni er ein veruligur toppdystur.

Kostnaðurin var 39 krónur fyri ein dyst, og 69 krónur fyri dagshald.

- Nú var hetta bara fyrsta ferðin, at stroymt varð á hendan hátt í ár, so við meira og betri kunning verða uttan iva fleiri hyggjarar til kvinnudystirnar komandi. Men tað má heilt klárt vera ókeypis, heldur FaroeSoccer.

Víst verður á, at feløgini eiga at síggja fyrimunin av hesum, og ein møguligur pengamissur av hesum er minimalur.

- Tað eru feløgini sjálvi, sum gera av, um stroymingin skal kosta, og FaroeSoccer fer við hesum at heita á feløgini, sum hava kvinnulið í Betri Deildini um at tosa saman, kunna FSF um avgerðina, og vísa kvinnurdystirnar ókeypis í hvussu so er í ár sum eina roynd, sigur FaroeSoccer.