Kvinnukvøldið í Eydnuni á Oyrarbakka



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

05.03.2018 - 08:45

Mentan > Undirhald

Aftur í ár skipar Sunda Róðrafelag fyri vælumtókta kvinnukvøldinum í Eydnuni á Oyrarbakka.

Tað verður sunnukvøldið 11. mars. Nógv ymiskt verður á skránni. Jacoba Kruse, fólkalívsfrøðingur, fer at hugleiða um kvinnuna.

Eisini verður samrøða við Anniku Ró og ein av hennara nærmastu um tað, at hon fyri trimum árum síðani gjørdi av at skifta kyn.

Guðrun Sólja og Janus Kampmann framføra góðan tónleik, og síðani verður undirhald frá Pipar & Salt. Mótasýning, sølubásar, leskiligt ábit og nógv annað.