Koma úr øllum heiminum til Fuglafjarðar at binda

Snorri Brend

18.09.2014 - 15:23

Tíðindi > Mentan > Stevnur & festivalar

Hósdagin 16. apríl næsta ár verður eitt serligt høvið hjá teimum, ið hava áhuga fyri binding, at hittast í Fuglafirði.

Tá verður nevniliga Bindifestivalurin 2015 hildin her við verkstovum, kaffistovum, sølubásum, gallakvøldi og øllum tí, ið hoyrir einum Bindifestivali til.

Við hesum festivali verður í roynd og veru skrivað søga her á landi og í Fuglafirði: Hetta er nevniliga fyrsti Bindifestivalurin, sum er hildin her á oyggjunum.

Til verkstovurnar verður dentur lagdur á at fáa kreativar og dugnaligar undirvísarar – bæði føroyskar og útlendskar.

Kaffistovurnar verða karmur um áhugaverdar fyrilestrar, pallborð og lættari undirhald.

Allar dagarnar verður høvi at fáa sær ein góðan bita.

Bindifestivalurin byrjar sum nevnt hósdag, og varir fram til leygardag.

Hóast tað er nakað væl av tíð enn til festivalin, er líkt til at áhugi er fyri luttøku, bæði úr Føroyum, men eisini úr grannalondum okkara og aðrastaðni.

- Og áhugi fyri luttøku er eisini komin heilt úr USA, verður sagt.


Myndirnar eru tiknar í síðstu viku, tá tíðindafundur var í Fuglafirði um spennandi ætlanina.