(Mynd: Universal)

Kvinnur vilja bindast niður og verða tiknar í álvara samstundis

Oda Strøm

18.02.2018 - 15:22

Mentan >

Í hesum #metoo tíðum, har hannkynið stendur fyri hóttafalli bert fyri at stara eftir vælstoyptum prototypum av hinum kyninum, kann mann ivast í, hvar trúvirðið hjá kvinnum kring knøttin brádliga bleiv av, segði ein frustreraður lurtari í brævi til Also panelið í gjár. 

- Í sama andadrátti sum #metoo verður rópt, so eru so at siga allir biografar í heiminum útseldir. Filmurin, ið skapar longu køirnar, er eingin annar enn Fifty Shades of Grey. Eitt erotiskt sirkus, har maðurin bestemmar tað, ið bestemmast kann. Tað er hann, ið fær hesar somu kvinnur, ið skræða seg um nærgangandi mannfólk, at vilja blíva domineraðar av sama manni, hvørs framtíð var ivasom fyri trimum tímum síðan, tí hann rósti afturpartinum hjá gomlu Maggu heima í køkinum.

Lurtarin spurdi Also panelið, hvussu ein vanligur maður eigur at tulka støðuna.

- Serliga tá bindiklubba-uppøsta Magga kemur heim úr Havnar Bio og vil "spankast", og tað skal vera her og nú. Trúvirðið og hugburðurin hjá kvinnuni tykist at líkjast gomlum hundalorti. Altíð undir iljunum og luktar langan veg.

Hoyr svarið frá Also panelinum uppá brævið her.