(Mynd: FSF)

Kvinnurnar eitt pláss upp áðrenn stórdystin á Tórsvølli

Ingi Samuelsen

14.09.2017 - 09:58

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í kvøld skal føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti spæla týðandi undankappingardyst móti Kekkia á Tórsvølli.

Tað verður nummar 69 á heimsstyrkilistanum, sum tekur ímóti nummar 37.

Styrkilistin er dagførdur í dag, og her eru Føroyar farnar eitt pláss fram á styrkilistanum, hóast liðið ikki er skrásett fyri nakran dyst síðan seinastu dagføringina í juni.

Kekkia hinvegin eru farnar eitt pláss aftur. Yvirhøvur hevur tað gingið niður á bakka við styrkini hjá kekkiska liðnum. Fyri 10 árum síðani lógu vóru tær mettar millum 20 tey bestu liðini í heiminum.

Nummar 69 er ikki besta plaseringin hjá føroysku kvinnunum. Eitt skifti í 2009 lógu tær nummar 61.

Manslandsliðið, sum herfyri tapti stórt fyri Portugal og síðan vunnu tepurt á Andorra, er farið fýra pláss aftur á styrkilistanum, og eru nú nummar 93.