Mynd: H71

Kvinnurnar heiðraðu ídnasta áskoðaran

Sverri Egholm

16.04.2018 - 09:58

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kvinnurnar hjá H71 hava havt eitt gott kappingarár hóast tær endaðu á næstaftasta plássi.

Síðsti dysturin í hesum kappingarárinum varð leiktur leygardagin, og eftir dystin varð Margret Bech heiðrað.

- Ein tann ídnasti (áskoðarin, red.) mann vera Marget Bech. Hon er ein av teimum fáu, sum letur hoyra frá sær. Hon er altíð stuðlandi, og hon roynir alt, hon kann, at fáa hinar áskoðararnar at vakna og stuðla liðinum betri. Ein sonn fyrimynd fyri áskoðarar, skrivar heimasíðan hjá H71.

- Kvinnurnar hjá okkum hava følt hetta, og Margret eigur uttan iva ein part at frálíku úrslitunum hjá okkara kvinnuliði, vil H71 vera við.

Og fyri hetta fekk Margret Bech aftaná dystin í gjár handað eitt blómutyssi frá leikarunum.