Stórur fagnaður eftir 1-0 sigurin og uppflytingin varð veruleiki.


Mynd: Sunneva T. Magnussen

Kvinnurnar hjá ÍF Føroyum eisini uppflytarar


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Agnar Frederiksen

18.06.2017 - 19:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ì gjár vann besta mansliðið hjá ÍF Føroyum sær uppflyting úr Seriu 1. Ì dag kundi besta kvinnuliðið hjá felagnum eisini tryggja sær uppflyting. Setningurin var greiðir: ÍF Føroyar skuldi vinna á útivølli ímóti FB 2000. 

Dysturin á Frederiksberg var javnur; hann gekk eitt sindur báðar vegir. 20 minuttir inn í seinna hálvleik skoraði Monika S. Samuelsen. Tað var eftir fríspark frá Elsu Splidt, at bólturin stakk leysur niður í fimm metrinum, og har var Monika fyrst á honum. Hetta gjørdist einsamalla málið í dystinum. FB 2000 royndi at trýsta, men føroysku kvinnurnar striddust væl, og Nina Davidsen í málinum hevði eisini onkra stórbjarging.

ÍF Føroyar helt fast. Kvinnurnar greiddi sína skyldu, og vunnu ein sannan stríðssigur í nógva hitanum í dag. Harvið er uppflytingin ein veruleiki. Eins og mennirnir, so flyta kvinnurnar upp úr Seriu 1 til Københavnerserien.

Hesar tryggjaðu uppflytingina fyri ÍF Føroyar í dag: 

Nina Davidsen, Elsa Splidt, Kristianna Balle, Helena Dahl Wardum, Bjørt Sigmunda Wardum, Jóhanna J. Lervig, Monika S. Samuelsen, Annika O. Sørensen, Turið F. Nattestad, Jakoba Sevdal, Barbara á Líðarenda, Àsgerð K. Prestá, Malan á Dunga, Jónfríð Hansen

Venjari hjá kvinnunum er Tórður Hentze

Vit ynskja kvinnunum hjartaliga tillukku við uppflytingini.