Føroysku kvinnurnar leiktu seg í apríl víðari til høvuðsundankappingina við trimum sigrum á Tórsvølli. Nú er fyrsta stóra avbjóðingin í undankappingini á skránni.

Kvinnurnar spæla fyrsta undankappingardystin hósdagin

Agnar Frederiksen

12.09.2017 - 16:42

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Føroyska kvinnulandsliðið spælir hóskvøldið á Tórsvølli ímóti Kekkia. Talan er um fyrsta dystin í HM-undankappingini, ið Føroyar spældi seg í við trimum sigrum á Tórsvølli í undan-undankappingin í apríl.

Talan verður um trupla uppgávu hjá føroysku kvinnunum. Umframt Kekkia eru Føroyar komnar í bólk saman við Íslandi, Slovenia og Týsklandi.

Týsdagin er næsti dysturin á skránni. Hann verður á útivølli ímóti Íslandi.

Føroyski hópurin samlaðist í gjár. Hópurin sær soleiðis út:

Málverjar: Anna Súnadóttir Hansen EBS/Skála, Monika Biskopstø AaB (DK) og Jóna Nicolajsen, B36

Verjuleikarar: Lív F. Arge, Østerbro IF (DK), Súsanna M. Hansen, B36, Birita B. Nielsen, B68, Birna T. Johannesen, EBS/Skála, Maria K. Thomsen, KÍ, og Durita Hummeland, EBS/Skála.

Miðvøllur: Ansy Sevdal, EBS/Skála, Olga K. Hansen, Østerbro IF (DK), Eyðvør Klakstein, KÍ, Liljan Jacobsen, KÍ, Elisabeth Vang, B36 og Ásla Johannesen, B36.

Álop: Heidi Sevdal, EBS/Skála, Rannvá B. Andreasen, KÍ, Milja R. Simonsen, HB, Rebekka F. Benbakoura, HB, og Margunn Lindholm, EBS/Skála.

Ein av profilunum á liðnum er Heidi Sevdal. Hon hevur leikbann til dystin hóskvøldið.

Vit koma at hava meira upptakt fram ímóti dystinum.