Mynd: Jens Kr. Vang

Kyndil basti H71 - steypavinnari fyri 11. ferð

Agnar Frederiksen

17.02.2018 - 17:31

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Hóast favoritleiklutin so megnaði H71 ikki at koppa Kyndil og vinna triðju steypafinaluna á rað. Kyndil leikti ein framúr dyst, har serliga verjuparturin var grundarlagið undir sigrinum.

Tað var frá byrjan at verjurnar hjá liðunum báðum myndaði dystin. Tað var sera javnt í fyrra hálvleiki, men ímóti endanum av hálvleikinum fór Kyndil eitt sindur avstað, og var á odda 12-9 í steðginum. Hoyvíkingar royndu at eta seg inn aftur i dystin, Men H71 fekk als ikki gongd á álopsspælið. Verjan hjá Kyndli fekk tamt Peter Krogh sera væl. Hann skoraði bara tvey mál - bæði uppá brotskast. Hilmar Leon Jakobsen hevði tað eisini trupult, og generelt var tað sera trupult hjá hoyvíkingum, at fáa bóltin framvið vælleikandi Jan Paula Toft Johannesen í málinum.

Kyndil lat ongantíð H71 koma tætt, og økti harafturímóti um leiðsluna.I fyrra hálvleiki skoraði Bartal Klein Olsen seks mál. Í 2.hálvleiki vóru tað serliga Tummas Pauli Hanusarson og Hjalti Mohr Jacobsen, ið gingu á odda í áloppartinum. H71 fór at dekka sera offesivt seianstu 10 minuttirnar, men tað var ov seint. Kyndil vann 24-17.


Viðmerkingar og meira seinni