Í kvøld fekk Kyndil steðga VÍF í oddabrakinum í Havn.
(Mynd: Jens Kr. Vang/Savnsmynd)

Kyndil basti VÍF

Agnar Frederiksen

11.01.2018 - 20:38

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Tað er ikki bara í Norður Italia at áhugaverdir dystir fyri Hondbólts-Føroyar verða leiktir í dag. Í Høllini á Hálsi leiktu kvinnuliðini hjá Kyndli og VÍF ein sera spennandi oddadyst í kvøld.

Lagt var upp til eitt brak, og tað gjørdist tað eisini talan um. VÍF var eitt stig frammanfyri Kyndil á stigatalvuni undan dystinum, men tað var Kyndil sum tíðliga fekk eina sunna leiðslu. VÍF át seg tó tættari inn sum hálvleikurin leið, og í hálvleikinum hevði Kyndil eina leiðslu uppá eitt mál. 

Tað var 17-16 í hálvleikinum, og liðini hildu fram at skora nógv mál í 2.hálvleiki. Men tað var VÍF sum tók meira yvir, og hevði til tíðir eina tvey máls leiðslu. Dysturin var allatíðina javnur og spenanndi, og tá nakrir minuttir vóru farnir koppaði tað yvir aftur til Kyndil. Hesaferð helt Kyndil fast í leiðsluni, og vann 32-29. Kyndil er nú oddalið, og hetta er fyrstu ferð í ár, at vestmannakvinnur fara av vøllinum við tapi.

Oddaliðini í Hvonn-deildini spældu harvið ein sannan oddadyst, og sunnudagin bresta liðini aftur saman í Høllini á Hálsi. Tá hevur VÍF møguleikan at leggja seg á odda aftur í deildini.   

Kyndil-VÍF 32-29(17-16)

Toppskjúttar:
Anna A. Brimnes(Kyndil) 9 mál, Liljan Djurhuus 8 mál(VÍF)