Mynd: Jens Kr.Vang

Kyndil hevur munin

Agnar Frederiksen

17.02.2018 - 16:44

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Tað hevur verið ein inntens finala higartil, har liðini hava fylgst so at siga allan vegin. Kyndil hevur tó fingið uppbygt sær eina leiðslu, nú hálvleikur er, og er á odda 12-9. Bæði liðini skoraðu í sínum fyrsta álopi, men síðani hava verjurnar fyri tað mesta mynda dystin. Bæði liðini hava í fleiri førum leita leingi eftir opningum í álopspartinum.

Hjá Kyndli hevur Bartal Klein Olsen skorað helvtina av málunum. Hann hevur verið sera tryggur uppá brotskøst, og tá hann er farin ígjøgnum. Hjá hoyvíkingum eru skjúttarnir als ikki komnir í gongd, undantikið Mark Marcher. Jens á Skipagøtu er komin inn í málið, og hevur fingið fatur á nógvum.

Tað er framvegis púra opið í Høllini á Hálsi, men tað eru kyndilsmun ið hava fyrimunin í løtuni.

Toppskjúttar: 

Kyndil: Bartal Klein Olsen 6, Rókur Akralíð 2, Tummas Pauli Hanusarson 2, David Edvardsen 1, Eirikur Simonsen 1

H71: Mark Marcher 3, Leivur Mortensen 1, Hallur Biskopstø 1, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Nolsøe 1, Hilmar Leon Jakobsen 1, Peter Krogh 1