Kyndil og KÍF spæla bæði í kvøld seinasta dystin í ár.



(Mynd: Jens Kr.Vang/Savnsmynd)

Kyndil og KÍF fyri seinastu ferð í ár

Agnar Frederiksen

10.04.2018 - 15:10

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Ein dystir í fremstu mansdeildini er á skránni í kvøld, og fyri bæði teir grønu úr Havn og kollfirðingar, so er talan um seinasta dystin í hesum kappingarárinum. Liðini hittast í Høllini á Hálsi, og tað er ikki heilt einki at spæla fyri hjá Kyndli og KÍF.

Kyndilsmenn kunnu framvegis vinna bronsu. Um hetta skal henda, so krevur tað ein sigur í kvøld, samstundis sum VÍF tapir í Klaksvík leygarkvøldið. KÍF kann lyfta seg av aftasta plássinum. Um KÍF skal koma uppá 6.pláss, so skal ein sigur til í dagsins dysti, og so skal Team Klaksvík tapa ímóti vestmenningunum.

KÍF hevur fyrr í ár vunnið í Høllini á Hálsi, meðan Kyndil hevur vunnið báðar dystirnar í Kollafirði.

Dysturin í kvøld er tann fyrsti í 24. og seinasta umfarinum í FTZ-deildini, og hann byrjar klokkan 20.00.