Kyndil og VÍF hava leikt nógvar spennandi dystir ígjøgnum árini. Nú er lagt upp til tvær tættar hálvfinalur (Mynd: Jn.fo)

Kyndil og VÍF bresta saman í kvøld

Agnar Frederiksen

08.02.2018 - 16:24

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tann seinasta av fyrru hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini verður leikt í Høllini á Hálsi í kvøld, har Kyndil tekur ímóti VÍF. Hesin dysturin er ein klassikari í fremstu mansdeildini, og komandi dagarnar skulu hesi liðini so dystast um eitt pláss í steypafinaluni.

VÍF vann sín bólk frammanfyri H71, meðan Kyndil endaði nummar tvey aftanfyri grannarnar úr Neistanum. Tað er torført at siga, hvør hevur favorittleiklutin. Í FTZ-deildini er Kyndil eitt stig frammanfyri, men hevur leikt ein dyst fleiri. Fyri Kyndil er tað helst umráðandi at hava eina leiðslu at taka við til Vestmannar sunnudagin. 

Í gjár vann H71 27-25 á Neistanum í Hoyvík, so har er alt opið undan seinnu hálvfinaluni. Tað er eisini lagt upp til tvær spennandi og tættar uppgerðir millum Kyndil og VÍF.

Dysturin í kvøld byrjar kl.20.00. Kringvarrið stroymir dystin.