Høgni Klein Olsen og Kyndil vunnu tryggan sigur á VÍF í kvøld. (Mynd: Sverri Egholm)

Kyndil setti VÍF uppá pláss - javnleikur í Kollafirði

Agnar Frederiksen

27.03.2018 - 21:08

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tveir dystir í fremstu mansdeildini vórðu leiktir í kvøld.

Í Høllini á Hálsi tók Kyndil ímóti VÍF. Tá liðini hittust í Vestmanna hóskvøldið vann VÍF greitt, men í kvøld vóru leiklutirnir umbýttir. Kyndil vann við tíggju málum, eftir at tað stóð 17-10 í hálvleikinum. Tað leikaði javnt á fyrra partin av 1.hálvleiki, men so steðgaði upp við málskjótinigini hjá vestmenningum, og heimaliðið streyk avstað. Munuirn var ov stórur til at tað gjørdist spennandi í 2.hálvleiki, og Kyndil hevur nú aftur fyrimunin í stríðnum um bronsuna. Liðini hittast longu aftur leygardagin - fyri trðju ferð innan tíggju dagar.

Í Kollafirði var StÍF á vitjan. Liðini liggja á tveimum teimum niðastu plássunum í deildini, og leiktu ein javnan dyst í kvøld. KÍF var á odda 12-10 í hálvleikinum, men hóast heimaliðið hevði leiðsluna ofta í 2.hálvleiki, so vildi StÍF ikki sleppa, og tá útiliðið javnaði til 24-24 í seinasta minutti, so var greitt, at liðini deildu stigini. 

Í morgin spæla Neistin og H71 oddadyst á Hálsi. Liðini eru tryggjaði pláss í finalunum.

Kyndil - VÍF 31-21(17-10)

Toppskjúttar: David Edvardsen og Rógvi Dal-Christiansen 7 mál, Filip Jojic 6 mál

KÍF - StÍF 24-24(12-10)

Toppskjúttar: Hans Eli Sigurbjørnsson 6 mál, Jóannes A. Prestá 8 mál