Mynd: Sverri Egholm

Kyndil vann fyrstu finaluna við fýra málum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.04.2017 - 18:45

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Kyndil vann fyrstu FM-finaluna móti Neistanum við fýra málum, 26-22, og hevur tí stóran fyrimun til aðru finaluna, sum verður leikt leygardagin.

Tað var ein dystur, har Kyndil byrjaði betri, og førdi við fimm málum eftir bara lítlari løtu, men so fekk Neistin fótað sær og dysturin gjørdist nakað javnari. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Kyndil.

Kyndlakvinnurnar vóru tó greitt omaná, og vunnu trygt 26-22.

Enn er einki avgjørt. Leygardagin klokkan 19:30 bresta liðini aftur saman, og riggar eitt sindur frægari hjá Neistanum tá og tær megna at vinna, so verður avgerandi dysturin sunnudagin.