Høgni Klein Olsen skoraði sjey mál fyri Kyndil í sigrinum í Vestmanna í kvøld. (Mynd: Jens Kr. Vang/savnsmynd)

Kyndil vann klassikaran í Vestmanna

Agnar Frederiksen

05.10.2017 - 20:58

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Eftir tríggjar ósigrar fekk Kyndil síni fyrstu stig í kvøld. Havnarmenn vunnu 30-27 á útivølli ímóti VÍF.

VÍF hevði eina løtu tíðliga í dystinum, har liðið ikki skoraði í átta minuttir, og tað kostaði. Kyndil fekk eina trý-máls leiðslu, og VÍF kom ongantíð uppá javnt aftur. Í hálvleikinum var Kyndil á odda 14-10, og hóast VÍF fekk fimm mál á rað innan stutta tíð seint í dystinum, so megnaði Kyndil at halda fast. 

Kyndil er sostatt á veg til Havnar við tveimum stigum, og hesin dysturin er enn ein ábending um, at kappingin í ár fer at verða jøvn. 

Sunnudagin tekur VÍF ímóti STÍF, meðan Kyndil skal leika grannauppgerð ímóti Neistanum.

VÍF-Kyndil 27-30(10-14)

Toppskjúttar: Julian Olsen(VÍF) 7 mál, Høgni Klein Olsen(Kyndil) 7 mál