Sámal á Tjaldrafløtti Olsen skeyt heili 13 mál í kvøld, men tað var ikki nóg mikið hjá heimaliðnum. Kyndil vann uppiborið 30-23, og er til reiðar til hálvfinaluna í steypakappingini. (Mynd: jn.fo)

Kyndil víðari eftir sannførandi sigur í Klaksvík

Agnar Frederiksen

03.02.2018 - 19:57

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað var lagt upp til finalu um at koma víðari, saman við Neistanum, í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini, tá Team Klaksvík tók ímóti Kyndli í Badmintonhøllini í Klaksvík. Vinnarin av dystinum kom víðari til hálvfinaluna. Hjá Team Klaksvík var tað eisini nóg mikið við javnleiki fyri at koma víðari til fyrstu hálvfinaluna í søgu felagsins. Men Kyndil var omaná allan dystin, og vann 30-23.

Kyndil kom skjótt á odda 4-0, áðrenn Team Klaksvík kom í gongd. Harvið var tað niðanbrekka hjá heimaliðnum, ið tó kom niður á - 2 nakrar ferðir seint á hálvleikinum, og áðrenn Kyndil fekk skorað til hálvleiksstøðuna 14-13, var 13-12.

Hetta skuldi tó vísa seg at verða tað tættasta Team Klaksvík kom uppá víðari luttøku. Tað lá um 2-3 mál á muni fyrru hálvu av 2.hálvleiki, men so dró Kyndil frá, og tað sá meira vónleyt út. Kyndil spældi við breiðari hópi, og var betra liðið í kvøld.  

Tað endaði við, at munurin var sjey mál til fyrimuns fyri Kyndilsmenn. Tað vóru nógv fólk í Badmintonhøllini í kvøld til hendan avgerandi dystin, har útiliðið syrgdi fyri, at dreymurin um steypagull livir víðari.

Hjá heimaliðnum var landsliðsleikarin, Sámal á Tjaldrarfløtti Olsen, stórspælandi. Hann skoraði heili 13 mál. Hjá Kyndli varð málskjótingin meira spreidd út. Rógvi Dal Christiansen skoraði 7 mál, Eirikur Simonsen 6 og Tummas Pauli Hanusarson 5 mál. 

Neistin, ið er víðari sum nummar eitt í bólkinum, spælir í Hoyvík ímóti næstbesta liðnum hjá H71 í morgin. Kyndil skal møta vinnaranum av bólki 2, ið verður funnin í morgin.