(Mynd: KVF/Stroyming)

Kyndil vil ikki sleppa Neistanum

Niels Petersen

10.01.2017 - 20:50

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Kvinnurnar hjá Kyndli skuldu í kvøld royna at hála seg upp undir liðina á Neistanum aftur, tá tær spældu dysti í Hvonn deildini móti Stjørnuni í Klaksvík. Undan dystinum vóru tær grønklæddu tvey stig aftanfyri Neistan, meðan Stjørnan hinvegin stríðist í hinum endanum á stigatalvuni.

Munurin á oddi og botni sást ikki so greitt fyrr enn um miðjan seinna hálvleik. Tá fór Kyndil frá Stjørnuni, eisini hóast gestirnir úr Havn mistu Annu Brimnes tíðliga í øðrum hálvleiki, vegna skaða. 

Kyndilshópurin er tó breiður, og hinar sum hildu á uttan Annu kláraðu seg væl. Tað er tó lítið at ivast í, at Anna verður saknað, og vónin er, at hon skjótt kemur fyri seg aftur. Hon helt sær um økslina, og tað hoyrdist langan veg, at hon hevði øgiliga pínu. Lækni kom á staðið, og meira vita vit ikki um støðuna hjá dugnaliga kyndilsleikaranum.

Tá liðini fóru til hálvleiks vóru bert tvey mál á muni, og tað var Kyndil sum førdi 10-12. Endaliga støðan bleiv ein sigur á 21-27 til Kyndil.

Toppskjúttarnir:
Stjørnan:
Tóra Eliasen - 7 mál
Kyndil: Turið Arge Samuelsen - 8 mál

Støðan í Hvonn deildini er nú:


1. Neistin  22 stig fyri 13 dystir
2. Kyndil    22 stig fyri 13 dystir
3. VB         12 stig fyri 12 dystir
4. VÍF         10 stig fyri 12 dystir
5. StÍF        4 stig fyri 12 dystir
6. Stjørnan 4 stig fyri 12 dystir