Turið Arge

Kyndils- og neistakvinnur við einum beini í finaluni

Niels Petersen

05.02.2017 - 16:40

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Fyrru hálvfinalurnar í hondbóltssteypakappingini hjá kvinnum blivu spældar í dag, og út frá dystunum í dag at døma, so verða tað havnarliðini Kyndil og Neistin sum fara at mynda finaluna. Men seinnu hálvfinalurnar skulu tó spælast fyrst, og tað ber enn til hjá VÍF og VB at venda tí heila, so onki er enn avgjørt.

Hóast tað enn er ein møguleiki hjá VÍF at spæla seg í finaluna, so er hesin møguleikin lítil. Kvinnurnar úr Vestmanna taptu við 10 málum, 20-30 á heimavølli, og skulu nú til Havnar at royna at venda øllum á høvdið. Tað ber til, men tað verður sannuliga ongin løtt uppgáva.

VÍF spældi ein rímuliga góðan fyrra hálvleik, men seinni hálvleikur var katastrofalur, serliga í álopspartinum, og tað verður straffað móti liðum sum Kyndli.

Vágskvinnur hava hinvegin fimm mál at heinta inn aftur. Tær taptu 17-22 móti Neistanum í Vági, so uppgáva teirra er nøkunlunda tann sama sum tann hjá VÍF. Men sambært Gurið K. Augustinussen, liðskipara hjá VB, so fara tær vónríkar í holt við fyrireikingarnar til seinnu hálvfinaluna. Okur trúgva uppá tað, sigur liðskiparin hjá vágskvinnum.

Vágskvinnur byrjaðu annars væl, men mistu takið á Neistanum frá byrjan í øðrum hálvleiki.

Úrslit:

VÍF - Kyndil 20-30 (13-14)
Toppskjúttar:
VÍF:
Ema Bezanovic - 5 mál
Kyndil: Anna Brimnes - 7 mál

VB - Neistin 17-22 (10-10)
Toppskjúttar:
VB:
Danijela Mistric - 6 mál
Neistin: Lilja Mohr - 4 mál