Mynd: Sverri Egholm

Kyndlakvinnur ov sterkar til H71 í fyrru hálvfinaluni

Sverri Egholm

07.02.2018 - 19:47

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað gjørdist ov tungt hjá hoyvíksdamum í kvøld, tá tær tóku ímóti Kyndli í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini.

Beinanvegin gjørdist munurin ov stórur og grannadamurnar úr Havn vóru ov sterkar til, at H71 nakrantíð kundi gera nakað við tær.

Tá góðir 10 minuttir vóru farnir var støðan 8-0 til Kyndil, og munurin minkaði ikki stórvegis restina av dystinum.

Støðan í hálvleikinum var 8-17 til Kyndil.

Gongdin var tann sama í seinna hálvleiki, hóast H71 til tíðir vísti gott spæl og fekk minkað um munin. Úrslitið gjørdist 31-19 til Kyndil.

Toppskjútti hjá Kyndli gjørdist Turið Arge Samuelsen við 11 málum. Hjá H71 gjørdist Maria H. Weyhe toppskjútti við 12 málum.

Um eina løtu spæla H71 og Neistin hjá monnum hálvfinalu, eisini í Hoyvíkshøllini.

Kvinnuliðini hjá Kyndli og H71 hittast aftur leygarkvøldið klokkan 18.

H71 - Kyndil (31-19)