Kevin Spacey (Mynd: EPA)

Kynsligur ágangur hjá Kevin Spacey steðgaði “The Usual Suspects”

Ari av Rana

07.12.2017 - 14:49

Mentan > Mentan > Sjónleikur

Kevin Spacey hevur verið í andglettinum seinastu tíðina, síðani tað kom fram, at hann fleiri ferðir hevur gjørt seg kynsliga inn á fólk. Ein fyri og onnur eftir komu ákærurnar, sum úrslit av #Metoo-rørsluni.

Nú vísir tað seg, at ein av kendastu filminum Kevin Spacey hevur spælt við í, mátti steðgast í tveir dagar, tí at ákærur vóru um at Spacey hevði gjørt seg inn á ein yngri sjónleikara í filminum.

Hetta fortelur Gabriel Byrne, sum var ein av hinum leikarunum í filminum. Tó fingu hinir sjónleikararnir einki at vita um hví upptøkurnar vórðu steðgaðar.

- Tað vóru nøkur ár seinni, at vit skiltu at upptøkurnar vóru steðgaðar av eini heilt serligari orsøk, og at orsøkin var ósømiligi kynsligi atburðurin hjá Kevin Spacey, sigur Byrne við The Sunday Times.

Hendingarnar í 1995 fingu tó ikki avleiðingar fyri Kevin Spacey, sum ikki bleiv útskiftur í leiklutinum sum Keyser Soze.