Kýpros nýggjur favorittur at vinna Eurovision í ár

Oda Strøm

09.05.2018 - 11:17

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Ísrael hevur verið favorittur at vinna Eurovision kappingina í ár, men eftir framførslurnar í gjár til fyrru hálvfinaluna hava veddingarfyritøkurnar broytt meining. Nú stendur Kýpros ovast á listanum til at vinna kappingina við sanginum hjá Eleni Foureira - "Fuego".

Hóskvøldið verður seinna hálvfinalan, og tá verða trý norðurlond við – Svøríki, Danmark og Norra. Norra liggur framvegis sum nummar tvey til at vinna hjá veddingarfyritøkunum við sanginum hjá Alexander Rybak "That's How You Write A Song".

Londini, sum komu víðari í gjár og sleppa at kappast til finaluna leygarkvøldið, eru Ísrael, Bulgaria, Eysturríki, Estland, Litava, Kýpros, Albania, Finnland, Kekkia og Írland.

Sí framførsluna hjá Kýpros omanfyri.