Lægri goymslur og hægri oljuprísur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

12.04.2017 - 11:20

Oljan >

Vegna støðugt lækkandi oljugoymslur í USA og geopolitiska óttan, nú USA hevur broytt sín Sýriapolitikk,er oljuprísurin vorðin tann hægsti hann hevur verið leingi. Í dag er hann 56,35 dollarar ella gott og væl ein dollara hægri enn í gjár. Tað hevur annars verið roknað við, at goymslurnar í USA fóru at hækka men júst tað øvugta er hent. Tær eru 1,3 mill. tunnur lægri nú enn fyri stuttum. Eisini er spenningur í luftini um eina komandi endurnýggjan av OPEC avtaluni og øðrum londum uttanfyri OPEC, eitt nú Ruslandi um at minka um oljuframleiðsluna ella fastfrysta hana. Henda avtala varð gjørd í november og varir í eitt hálvt ár. Í juni skulu londini so gera av, um tey vit halda fram í enn eitt hálvt ár. Tað ljóðar, at Rusland streingir á at fáa avtaluna longda. So í løtuni er nógv, sum bendir á, at oljuprísurin fer at halda sær í hvussu er eina tíð.