Mynd: P/f Eysturoyar- og Sandoyartunlar

Lægsta tilboðið uppá ravmagns- og trygdarskipanir var 146 milliónir

Sverri Egholm

12.02.2018 - 21:54

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Tilboðini uppá ger av ravmagns- og trygdarskipanunum í Eystur- og Sandoyartunlinum vóru í dag latin upp. Tvey tilboð komu inn, skrivar tunnilsfelagið í tíðindaskrivi.

Tilboðið frá Roxel AS í samstarvi við m.ø. El-Service og LM Electric, ljóðaði upp á tilsamans 146,7 mió. krónur, meðan tilboðið frá ABB AS og Kvinnherad Elektro AS, var upp á 158,9 mió. krónur.

- Fyri at fáa fíggingina til vega í 2016, meðan fíggingarmøguleikarnir vóru góðir og rentan lág, vóru bert sjálvir tunlarnir v.m. bodnir út. Orsøkin var, at tað var ikki møguligt at fáa prosjektering og útboðið av ravmagns- og trygdarskipanunum liðugt fyrr enn til nú, samstundis sum tað var mett, at váðin við at bíða var ov stórur. Harumframt var møguligt at byrja fyrr upp á tunlarnar, enn annars, skrivar P/f Eystur- og Sandoyartunlar.

Tilboðini uppá ravmagns- og trygdarskipanir verða nú kannaði, fyri at tryggja, at tey eru í tráð við útbjóðingartilfarið og ikki eru villur í teimum. Ætlandi verður sáttmáli undirskrivaður í vár um arbeiðini.