Bourbon Opale er ein av teimum sum nú er uttan uppgávur. Mynd: Bourbon

Lækking í oljuprísinum ger fleiri arbeiðsleys

Jógvan Hugo Gardar

04.06.2015 - 13:45

Oljan >

Lækkandi oljuprísurin hevur sent frálandavinnuna út í eina stóra kreppu, og hjá norsku frálandareiðaríunum eru eini 600 størv horvin seinastu mánaðirnar. Kreppan er meir álvarslig enn vit higartil hava hoyrt, siga keldur í norsku oljuvinnuni.

Samstundis koma fesk tøl frá norsku hagstovuni, SSB, sum vísa at arbeiðsloysi í Noregi er í vøkstri. Minkandi virksemi í oljuðvinnuni ger nú at norska BTÚ ikki veksur tað serfrøðingar høvdu mett. Hetta ger at arbeisloysi nú veksur. Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysi í Noregi 3,2 prosent, og í dag er tað 4,1 prosent. Metingar siga at hetta vil økja til 4,3 prosent í 2016.

Fakfeløgini hjá norsku skiparunum, maskinmeistarunum og sjómonnunum hava leingi víst á at tey fáa nógv telefonuppkøll frá limum sum óttast fyri arbeiðsplássunum. Og nú vísa tøl sum Sysla hevur savnað, at kreppan helst er meir álvarslig enn ein higartil hevur sæð. Nevnt hevur verið at nógv av teimum sum eru uppsøgd í oljuvinnuni og í frálandavinnuni annars, hava eina uppsagnartíð við løn sum kann vera upp í seks mánaðir ella meir, og at hesi ikki hava skrásett seg sum arbeivsley fyrrenn nú í vár.

Í tølunum sum Sysla hevur almannakunngjørt, eru 600 størv hjá frálandareiðaríum tald við, og í tølunum eru eisini útlendskir sjómenn, sum til dømis 152 hjá Siem Offshore, sum hava mist arbeiði í Brasilia.

Orsøkin til at reiðaríini siga fólk úr starvi er at tey ikki kunnu halda fólk aftur, mevan skipini missa uppgávur. Í løtuni liggja 49 norsk frálandaskip.

Tord Ueland Kolstad, stjóri hjá Nor Supply Offshore, sigur í samrøðu við Sysla, at higartil eru 49 skip løgd, men talið átti helst at verið enn hægri.

- Støðan er enn verri enn vit hava hildið, og kann gerast enn verri. Nógv koma at missa nógv komandi tiðina, sigur hann.

Í vinnuni eru onkur sum halda at hetta er ein serlig støða, tí kreppan rakar øll líka hart, og ger at vinnan má lyfta saman fyri at koma ígjøgnum ódnina.