Læknin fekk linari revsing í landsrættinum

Ingi Samuelsen

22.02.2018 - 14:33

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Dómstólar og rættarmál

Eystari landsrættur í Keypmannahavn staðfesti í gjár dómin, sum fyrr er sagdur móti einum fyrrverandi kommunulækna í Havn fyri at hava gjørt seg inn á minst 12 kvinnur.

Men revsingin varð lækkað. Kommunulæknin valdi eftir revsingina á hálvtannað ára fongsul at kæra dómin í Føroya rætti til landsrættin við krav um linari revsing.

Hesum gekk landsrætturin á møti. Revsingin varð settur niður í eitt árs treytaleyst fongsul – tað vil siga, at hann skal sita alla revsingina.

Ákæruvaldið valdi eisini at kæra dómin við kravi um harðari revsing. Ákæruvaldið metti, at minst tvey ára fongsul var hóskandi fyri lógarbrotini.

Kommunulæknin missir eisini fyribils loyvið at virka sum lækni. Men tað er rættarlæknaráðið, sum hevur endaliga orðið at siga í hesum spurningi.

Fyrrverandi kommulæknin varð eisini dømdur at rinda teimum 12 kvinnunum endurgjald upp á millum 8.000 og 23.000 krónur til hvørja, veit Kringvarp Føroya at siga.