Sandur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Lætta um hjá barnafamiljum á Sandi

Niels Petersen

01.12.2016 - 20:41

Tíðindi > Sandoy - Sandur

Sands Bygdarráð hevur einmælt samtykt fíggjarætlanina fyri 2017 í kvøld. Hetta boða tey frá í tíðindaskrivi.

Bygdarráðið er samt um, at hækkingin í inntøkuni, sum kommunan sær út til at fáa í 2017, í mun til í ár, skal koma borgarunum til góðar.

Tí hevur bygdarráðið avgjørt, at hækka barnafrádrátturin við 2500 krónum, upp í 8500 kr./barn. Afturat hesum lækkar barnaansingargjaldið við 100 kr./barn.

Høvuðstølini í fíggjarætlanini fyri 2017 eru hesi:

Persónsskattainntøkan komandi ár verður tann sama sum í 2016, 13,3 milliónir krónur. Íløgurnar verða 2,2 milliónir krónur. Størsti parturin til teknisk mál, kloakkir, byggibúning og annað.

Niðurgjalding av skuld er sett til 1 millión krónur.

Samanlagdi raksturin hjá kommununi verður 17.190.000 krónur í 2017.

Semja er eisini um, at næsta ár eigur skattatrýstið hjá borgarum tørn at lækka, sigur borgarstjórin í Sands Bygdaráð, Brandur Sandoy.