Frá fyrsta dystinum í bólki 1 fyri tveimum vikum síðani, tá Neistin vann á Team Klaksvík. Birgir Hansen og Finnur Hansson skulu í kvøld royna at senda gamla felagið út úr steypakappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Lagnudystir í Klaksvík í kvøld

Agnar Frederiksen

03.02.2018 - 12:05

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í kvøld leika Team Klaksvík og Kyndil avgerandi dyst í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini. Treytirnar eru einfaldar: Kyndil skal norð til Klaksvíkar at vinna, meðan heimaliðið við sigri ella javnleiki tryggjar sær pláss í hálvfinaluni.

Tað kann gerast eitt søguligt kvøld Klaksvík. Besta liðið hjá Team Klaksvík er ongantíð komið víðari úr bólkaspælinum í steypakappingini. Eftir stórsigurin á H71 2 fyri viku síðani, hava klaksvíkingar nú tryggja sær møguleikan at avgera alt sjálvir í kvøld.

Kyndil vann seinast steypakappingina í 2014, og skal vinna í kvøld fyri at halda fast í møguleikanum at koma í finaluna. Kyndil tapti við fýra málum ímóti Neistanum sunnudagin. Neistin hevur tryggjað sær víðari luttøku eftir sigrarnar á Team Klaksvík og Kyndli.

Í FTZ-deildini hevur Kyndil vunnið báðar dystirnar á Team Klaksvík í Høllini á Hálsi við fýra málum. Í dystinum í Badmintonhøllini í Klaksvík tíðliga í kappingarárinum, vann Team Klaksvík við einum málið eftir eitt comeback.

Tað er eisini lagt upp til ein spennandi dyst í kvøld, har nógv er uppá spæl hjá báðum liðum. Dysturin verður bríkslaður í gongd kl.18.00.