Laila av Reyni skal gera kjóla til Miss Universe DK



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

08.04.2015 - 21:27

Mentan > List > Sniðgeving

Vinnarin av Miss Universe DK í 2015 kann síggja fram til at ganga í einum kjóla frá føroyska sniðgevanum, Lailu av Reyni.

Stjórin á Miss Universe DK hevur vent sær til Lailu og hevur heitt á hana um at gera ein kjóla til vinnaran í ár.

Vinnarin av Miss Universe DK, sum so eisini fær ein kjóla hjá Lailu, verður funnin 14. august. Hon sigur, at hon fer at bjóða vinnaranum til myndatøku í Føroyum.

Laila av Reyni hevur áður gjørt kjólar til tílíkar kappingar. Miss World DK og Miss Earth DK hava eisini havt heiðurin at havt kjólar frá Lailu av Reyni.