Laila av Reyni við nýggjari fløgu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

14.02.2016 - 20:51

Mentan >

Laila av Reyni hevur útgivið sína næstu útgávu, sum hon kallar 'Stay'. Fjøllistakvinnan Laila av Reyni hevur í samstarvi við G. G. Guttesen skapt eina norðuratlantiska melankolska electcopop útgávu, sum heldur fram, har fyrra sjálvnevnda útgávan endaði.

'Stay' er ferðin hjá listakvinnuni gjøgnum tónleikin, kenslurnar og tað visuellu listina. Tekstirnir eru um lívsins bylgjur, og løgini eru gjørd til tekstirnar. Laila tekur støði í samtíðini og teimum avbjóðingum, sum lívið hevur við sær.

Samstarvið við G. G. Guttesen ger Lailu av Reyni føra fyri at greiða frá sínum lívi, kenslum og førleikum. Hetta er eitt samstarv, sum fer út um tað vanliga framleiðarasamstarv, men eitt samstarv har framleiðarin tulkar menniskjað, sum hevur nógv at siga almenninginum.

Eiler Fagraklett hevur sniðgivið húsan út frá tónleikinum, og hevur stórliga megnað at skapt myndina av innihaldinum. Miriam og Janus hava tikið myndirnar til húsan.

Miss Universe DK hevur valgt lagið 'Cover', ið eisini er at finna á nýggju fløguni at vera eyðkennislagið fyri ársins Miss Universe kappingina í DK.

Í summar fer Laila av Reyni á konsertferð í Íslandi í samstarvi við íslendska promotaran Kidda, sum hevur samstarvað við føroyskar tónleikarar í fleiri ár. Eisini fer verður hon at síggja á føroyskum tónleikapallum seinni í ár.