Mynd: Sverri Egholm

Landsdystur á einum Tórsvølli undir umbygging

Sverri Egholm

07.06.2018 - 15:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tá okkara bestu umboð í kvinnufótbólti bresta saman við teimum bestu úr Slovenia klokkan 17, verður tað á einum Tórsvølli undir umbygging.

Vestarasíðan, sum hevur verið nevnt "Gamla FSF-húsið" seinastu tíðina, verður í løtuni tikið niður, og nýtt skal byggjast. Hetta fer tó ikki at ávirka meira enn so, at umklæðingarrúmini í B36-húsinum verða brúkt ístaðin.

Veðrið er gott og vindurin er lítil og eingin, so tað eru sera góð áskoðaralíkindi á Tórsvølli í dag.

Hvørjar tær fyrstu ellivu sum byrja fyri Føroyar eru, varð kunngjørt um trý tíðina einnapartin.

Jóna Nicolajsen verður í mál, og í verjuni verða Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Katrin Akursmørk og Rannvá B. Andreasen. Á føroyska miðvøllinum verða Ansy Sevdal, Olga Kristina Hansen, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen og Arnborg Lervig. Í álopinum verður Heidi Sevdal.

Á bonkinum verða Monika Biskopstø, Birita Bergsdóttir Nielsen, Milja Reinert Simonsen, Evy á Lakjuni, Margunn Lindholm, Sara Samson Lamhauge, Jacoba Langgaard og Nadja Dam Johannesen.

Dysturin byrjar klokkan 17.