Mynd: FSF/Hans Erik Danielsen

Landsliðið: Lars Olsen sent boð eftir Rene

Hallur av Rana

17.03.2015 - 21:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Sunnudagin kunngjørdi landsliðsvenjarin, Lars Olsen, liðið, ið hann hevði úttikið til dystin móti Rumenia. Men vegna avboð frá Jónas Tór Næs og Bárði Hansen, so hevur Lars Olsen í dag sent boð eftir Rene Joensen úr HB. Tað skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssamband Føroya.

- Rene Joensen hevur roynst væl á miðvøllinum hjá HB higartil í ár, Tí havi eg valt at senda boð eftir Rene, nú Hallur Hansson er leikbannaður, og ikki sum beinleiðis avloysari fyri Jónas ella Bárð á høgra bakki. Har kunnu vit møguliga brúka Jóhan Troest Davidsen ella Gilla Sørensen, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari við heimasíðuna hjá FSF.

FSF skrivar á heimasíðuni, at Jónas Tór Næs hevur trupulleikar við økslini, meðan Bárður Hansen hevur ein skaða í mjødnini, og er tað orsøkin til, at hvørgin teirra verður við á Ilie Oana Stadion í Ploiesti í Rumenia tann 29. mars.

- Undan úttøkuni vóru vit greiðir yvir, at Jónas Tór Næs var ivasamur, og tí bleiv Bárður Hansen úttikin. Men nú hevur Bárður eisini givið avboð, og tískil skulu vit finna ein nýggjan spælara á høgra bakk. Og tað er væl hugsandi at Jóhan Troest Davidsen ella Gilli Sørensen, sum hevur spælt nakrar dystir á høgra bakki á eykaliðnum hjá AaB, kunnu røkja hetta pláss, sigur føroyski landsliðsvenjarin.

- Arnbjørn Hansen hevur eisini onkran smávegis skaða at dragast við, men hvussu verður við honum, taka vit avgerð um seinni í vikuni, sigur Lars Olsen.

EM-undankappingardysturin ímillum Rumenia og Føroyar verður sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.