Landsliðið lendir um eina løtu

Ingi Samuelsen

08.10.2016 - 09:42

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska fótbóltslandsliðið, sum vann vakra sigurin í Riga í Lettlandi í gjárkvøldið, er longu nú á veg heimaftur á klettarnar.

Flogfarið hjá Atlantsflog úr Riga er sambært heimasíðuni hjá Vága Lufthavn sett at lenda klokkan 10:05, 50 minuttir áðrenn upprunaliga ætlað.

Tá landsliðið er komið heimaftur verður beinanvegin farið undir fyrireikingarnar til næstu stóru uppgávuna, nevniliga dystin móti Portugal á Tórsvølli mánadagin.

Portugisar vunnu í gjárkvøldið 6-0 á heimavølli móti Andorra. Flogfarið úr Porto við portugisiska landsliðnum er væntað í Vágum klokkan 19 í kvøld.