Ungi Brandur Olsen byrjar inni í landsdystinum í Grikkalandi í kvøld (mynd: fsf.fo)

Landsliðið sett - Brandur byrjar inni

Ingi Samuelsen

14.11.2014 - 17:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava longu sett liðið, sum skal byrja móti Grikkalandi í A-landsdystinum í kvøld kl. 19.45.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Christian Lamhauge Holst, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar. Framrættaður miðvallari verður Brandur Olsen, meðan einsamallur í føroyska álopinum frá byrjan verður Jóan Símun Edmundsson.

EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar byrjar kl. 19.45, og sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya vísir beinleiðis frá dystinum. Sendingin í KvF byrjar kl. 19.30.