Landsliðið til NEC kappingina úttikið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.09.2017 - 23:11

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Landsliðið, sum skal umboða Føroyar á NEC er í dag úttikið.

Tilsamans eru tíggju íðkarar úttiknir, fimm menn og fimm kvinnur.

Íðkarirnir hjá monnunum eru Djóni Sakarisson, Bogi Berg, Aron Jacobsen, Rani A. Dalsgarð og Christopher Klevang. Venjari hjá monnunum er Alek Ramezanpour.

Íðkarir hjá kvinnunum eru Marý F. Petersen, Christina T. Arge, Rebekka I. Rein, Elsbet L. Dalbø og Astrið N. Breckmann. Høvuðsvenjari hjá kvinnunum er Anna Margit Thomsen og hjálparvenjari er Barbara D. Eiriksfoss.

Kappingin verður í Høllini á Hálsi 21 og 22 oktober.