Mánadagin verður landsliðið til seinastu undakappingardystirnar hesaferð tikið út (Mynd: Jens Kr. Vang)

Landsliðið verður úttikið mánadagin

Agnar Frederiksen

22.09.2017 - 14:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
FSF skrivar: A-landsliðið við monnum hevur tveir dystir eftir at spæla í undankappingini til HM 2018, sum verður í Russlandi. Leygardagin 7. oktober spæla Føroyar og Lettland á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 10. oktober spæla Ungarn og Føroyar á Groupama Arena í Budapest.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, er so smátt farin undir fyrireikingarnar til næstu dystirnar, og komandi mánadag klokkan 10:00 fer venjarin at seta navn á teir 23, ið verða úttiknir. Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum.

Føroyska landsliðið hevur staðið seg væl ímóti júst Ungarn og Lettlandi í hesari undankappingini. Tá Føroyar og Ungarn spældu á Tórsvølli 6. september í fjør gjørdist úrslitið javnleikur 0-0. Ein mánað seinni, fríggjadagin 7. oktober, eydnaðist Føroyum at vinna 2-0 á útivølli ímóti Lettlandi.