Mynd: Svimjing.com

Landsliðsvenjarin úttók svimjarar til landsliðið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.06.2018 - 18:05

Ítróttur > Ítróttur > Svimjing

Nú kravtíðarskeiðið er liðugt, hevur landsliðsvenjarin úttikið til svimjarar, sum hava klára kravtíðirnar til ymisku kappingarnar.

Níggju svimjarar vórðu úttiknir til Norðurlendsku Meistararstevnuna fyri ung 2018. Hesi eru Alisa Vestergård og Bartal Debess úr SuSvim, Bartal Erlingsson Eidesgaard, Eyðrið Mortensen, Høgni Hoydal Thomassen, Johan Nónskarð Dam og Kristina í Skála úr Havnar Svimjifelag, og Martin Vágseið Sivertsen og Rebekka Trygvadóttir úr Ægir.

Fýra svimjarar vórðu úttiknir til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2018. Hesir eru Alisa Vestergård úr SuSvim, Johan Nónskarð Dam og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, og Rókur Trygvason úr Ægir.

Til EvropaMeistarastevnuna vóru Signhild Joensen úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag úttikin.

Møguliga verða onnur úttikin til kappingarnar ein av komandi døgunum.