Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari

Landsliðsvenjarin væntar ein strævnan dyst

Ari av Rana

07.06.2018 - 13:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Pætur S. Clementsen, landsliðsvenjari hjá føroysku kvinnunum, væntar ein harðan og strævnan dyst móti Slovenia. Hann væntar tó, at møguleikin er at fáa stig.

- Tað ræður um at taka av møguleikunum, tá kjansirnir koma, sigur Pætur S. Clementsen við FSF varpið.

Kvinnurnar hava enn til góðar at fáa stig í HM undankappingini. Mótstøðuliðið Slovenia er á næstaftasta plássi við trimum stigum.