Mynd frá dystinum móti Írlandi í gjár tá Føroyar vunnu greitt 3-0 (Mynd: Olaf Olsen)

Landsliðsvenjarin: - Vænti ein tættari dyst enn í gjár - men vit fara eftir sigrinum

Niels Petersen

24.05.2016 - 16:05

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur
Landsliðsvenjarin hjá føroysku flogbóltskvinnunum er bjartskygdur undan næsta dystinum hjá Føroyum í HM/EM undankappingini sum verður avgreidd í Havnini í hesum døgum. Fyrsti dystur var móti Írlandi í gjár, og hann varð vunnin greitt 3-0. Í kvøld klokkan 20 verður spælt móti Liktinstein, sum í sínum fyrsta dysti tapti 0-3 fyri Kýpros.

- Í dystinum í gjár fingu vit ikki nógva mótstøðu, og komu ongantíð undir veruligt trýst. Hetta verður væntandi eitt sindur øðrvísi í kvøld, sigur landsliðsvenjarin, Jóhan Petur á Stongum.

Hann fortelur eisini, at í kvøld vita tey væl meira um mótstøðuliðið, enn tey vistu um Írland í gjár.

- Vit vita væl meira um Liktinstein liðið, enn vit vistu um Írland, og hava sæð video av nøkrum av teirra dystum. Harafturat hugdu vit eftir teirra dysti í gjár, móti Kýpros, so vit eru væl fyrireikaði, sigur avgjørdi venjarin.

Jóhan Petur á Stongum hevur roynda venjarar, Kristian Mikkelsen sum hjálparvenjara, og saman eru teir nokk tað tættasta man kemur einum dream team í venjarahøpi. Báðir hava teir drúgvar royndir, eisini á elitustøði í Danmark. Kristian sum venjari í Aalborg Volley og Jóhan Petur sum spælari í sama felag. Umframt hetta, so hava teir drúgvar royndir við felagsflogbólti.
Seinast teir báðir vandu kvinnulandsliðið var í 2009, tá Føroyar luttók á Oyggjaleikunum. Og The dream team vann gull. Hvussu tað fer at gangast teimum báðum, og teimum sera dugnaligu leikarunum fáa vit at síggja, men tað svitast ikki, at støðið á føroyska landsliðsflogbóltinum er so høgt sum ongantíð fyrr. 

Hvussu spælur Liktinstein?
- Liktinstein spæla rættuliga skjótt álopsspæl, og tær eru ikki bangnar fyri at smekka til. Men samstundis gera tær eitt ótal av feilum, sigur landsliðsvenjarin.

Hvussu vinna vit á teimum?
- Vit skulu stilla blokkin rætt, og síðani leggja eitt gott servutrýst, sum síðani forðar teirra kvika álopsspæli. Tað verður tættari enn í gjár, men vit fara eftir sigrinum, og vit trúgva uppá, at tað kann lata seg gera.