(Mynd: hsf.fo)

Landsliðsvirksemið hjá hondbólts-sambandinum økist í hvørjum

Niels Petersen

04.10.2016 - 19:41

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Landsliðsvirksemi hjá HSF og føroyskum hondbólti økist í hvørjum. Seinastu trý árini er virksemi økt fyri hvørt ár, og kappingarárið 2016/17, sum júst er byrjað, setur landsliðsvirksemið aftur met. Eisini verða dystir og kappingar heima í Føroyum, m.a spæla A-landsliðini bæði hjá kvinnum og monnum sínar undankappingar heima í Føroyum í næstum.

A-landsliðið hjá monnum spælir EM undankapping
Manslandsliðið, sum í fjør vann Emerging Nations Cup í Kosovu, skal í 13. – 15. januar 2017 á heimavølli spæla EM undankapping, stig 1.

Føroyar eru í bólki A, saman við Grikkalandi og Kýpros. Vinnarin av bólkinum fer víðari til stig 2, sum er veruliga undankappingin, sum verður spæld í átta bólkum á fýra lið.

Tveyarin og trýarin í kappingini fáa ein møguleika afturat at spæla seg víðari, umvegis Emerging Nations Champiosnhip, sum verður í juli 2017, har vinnarin eisini sleppur víðari til stig 2.

Sum liður í fyrireikingunum fer A-landsliðið hjá monnum dagarnar 3.- 6. november at luttaka í eini spennandi venjingarkapping í Póllandi, har hini luttakandi liðini eru Póllandi B, Danmark B og Estland.

Landsliðsvenjarar eru Kári Nielsen og Birgir Hansen.

A-landsliði hjá kvinnum spælir HM undankapping
Kvinnulandsliðið skal dagarnar 2. – 4. desembur 2016 spæla undankapping til HM í Føroyum. Vit eru í bólki 3, saman við Makedonia, Íslandi og Eysturríki.

Stútt og støðugt kemur virksemið hjá kvinnulandsliðnum í fasta legu. Hetta er næsta stóra uppgávan hjá kvinnulandsliðnum eftir at liðið í juni 2015 spældi EM undankapping. Komandi summar er so ætlanin, at liðið aftur skal spæla EM undankapping.

Liðið fer í samband við fyrireikingarnar til HM dystirnar til Danmarkar á venjingarlegu í Århus dagarnar 20. – 23. oktober.

Venjarar eru Andreas F. Hansen og Scott Harrington.

U21-landsliðið hjá monnum spælir HM undankapping
U21-manslandsliðið (aldursbólkur 1996 og 97) er meldað til HM undankappingina, sum verður spæld dagarnar 6. – 8. januar 2017. Lutakastið verður nú fríggjadagin 7. oktobur.

Venjarar hjá U21-liðnum eru Kári Nielsen og Ingi Olsen

U19-landsliðið hjá kvinnum spælir EM undankapping
U19-kvinnulandsliðið (aldursbólkur 1998 og 99) er meldað til EM undankappingina, sum verður spæld dagarnar 17. – 19. marts 2017. Lutakastið verður mikudagin 12. oktobur. Høvuðssavningarnar í fyrireikingunum verða í heystfrítíðini og í jólafrítíðini.

Venjarar hjá U19 kvinnulandsliðnum eru Harald Bjørgvin og Bárður Johannessen.

U17-landsliðið hjá kvinnum spælir European Championship
U17 kvinnulandsliðið (aldursbólkarnir 2000 og 2001) skal í august 2017 spæla EM kapping eftir nýggja leistinum hjá EHF. Fari verður burtur frá undankappingum og ístaðin er EM kappingin deild upp í deildir.

Tey londini, sum eru styrkismett á teimum 16 fremstu plássunum spæla sjálva kappingina um europameistaraheitið, U17 women´s EURO 2017, meðan restin av tilmeldaðu londunum verða deild í hóskandi bólkar og spæla U17 women´s Championships 2017, har vinnararnir flyta upp og spæla U19 women´s EURO 2019, sostatt tá somu aldursbólkar í 2019 spæla EM kapping fyri U19-kvinnulandslið.

Føroyar skulu til Makedonia saman við 9 øðrum londum, sum umframt vertslandið eru Pólland, Slovenia, Bulgaria, Ísland, Ísrael, Kosovo, Grikkaland og Sveis. Londini eru deild í tveir bólkar, har Føroyar eru í bólki saman við Makedonia, Póllandi, Sveis og Grikkalandi. Londini spæla síðani um endaliga plássið móti tí liðnum í hinum bólkinum, sum fekk samsvarandi pláss.

Tað vil siga, at 1-ararnir spæla um 1. plássi og uppflyting, 2-ararnir um 3. plássið og so framvegis. 

Venjarar hjá U17 kvinnulandsliðnum eru Sonni Larsen og Julian Johansen.