Savnsmynd: KVF

Landssjúkrahúsið fær eykajáttan á sjey milliónir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

19.06.2018 - 18:45

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Fíggjarnevndin hevur avgjørt at lata eykajáttan á 7 milliónir til Landssjúkrahúsið. Hetta er minni enn tær 10 milliónirnar, sum biðið varð um.

Orsøkin er, at Fíggjarnevndin vil lata 7 milliónir til at rinda gamlar rokningar fyri. Men fíggjarnevndin vil ikki rinda fyri eitt nú lønarútreiðslur til konsulentar. Hetta skal viðgerðast sum eykajáttanarumbøn í Løgtinginun. Tað heldur forkvinnan í fíggjarnevndini, Ruth Vang.

- Tað sum annars er til eyka lønarútreiðslur og konsulentar, tað halda vit er somikið grundleggjandi, at tað eigur Løgtingið at fáa høvið til at viðgera, sigur Ruth Vang sambært Kringvarpinum.