Nýggi bygningurin, sum fer at síggja soleiðis út, sum grafiska myndin omanfyri sýnir, skal eftir ætlan vera liðugur og takast í nýtslu tíðliga á vári 2019 (Mynd: landsverk.fo)

Landssjúkrahúsið: Nýggi H-bygningurin skal hitast við sjógvi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

25.02.2014 - 02:13

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

BYGGIVERKÆTLAN: Mikudagin verður sáttmálin um útbyggingin av Landssjúkrahúsinum við sonevnda H-bygninginum undirskrivaður. Eftir ætlan skal arbeiðið standa liðugt á vári í 2019.

Sáttmáli verður undirskrivaður við eitt samtak av føroyskum ráðgevum, ið kallast Faerport II, og er samansett av hesum: Selmar Nielsen Arkitektur, Árni Winther Arkitektar, LBF og Sofus M. Jakobsen.

- Verkætlanin skal vera klár at bjóða út um árskiftið 2015-16, tó at avgrevstur og grovplanering verður bjóðað út seinni í ár, verður sagt av Landsverki.

Talan er um ein nýggjan sokallaðan H-bygning, ið verður umleið 10.000 fermetrar til støddar, og sum skal hýsa Psykiatriska deplinum, somatiskum seingjarplássum, rehabilitering, burðar- og barsilsdeild og køki og kantinu.

Bygningurin, ið verður prosjekteraður eftir 3D modellum í einum nýggjum leisti, ið nevnist BIM, skal ætlandi hitast upp við sjóvarhita.

Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið frá 2010 til 2019 er 489,3 milliónir krónur. Til nýggja H-bygningin, sum fer at liggja niðanfyri verandi bygningar oman móti sjovarmálanum, eru tillutaðar 348 mió. krónur.

Undirskrivingin av ráðgevarasáttmálanum fer fram á Landssjúkrahúsinum mikudagin, har landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, umboð fyri Landsverk, ráðgevarafyritøkur og bygginevnd vera til staðar.