Landsstevna 2018 hjá Bláa Krossi leygardagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

08.03.2018 - 10:10

Tíðindi >

Blái Krossur skipar í vikuskiftinum fyri landsstevnu. Hesaferð í Miðvági.

Leygardagin vera vit í bygdarhúsinum, har aðalfundur og kvøldseta verða.

Á kvøldsetuni kemur Tummas Jákup Thomsen, listamaður, at hugleiða, frágreiðingar vera frá verkætlanunum "Øll hava rætt til góð barnaár" og "Liv Lívið" og annars verður góður felagssangur og sangframførsla.

Sunnudagin vera vit í missiónshúsinum, har sunnudagsskúli verður fyri øllum børnunum á oynni og blákrossmøti, har vit m.a. hoyra um DAT-ung viðgerðina hjá Bláa Krossi.

Tíðindaskriv frá Bláa Krossi Føroya