(Mynd: Arktisk kommando / Sermitsiaq)

Landsstýrið játtar teimum nýggjan bústað


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

10.08.2017 - 08:33

Tíðindi > Tíðindi > Grønland

Borgararnir í grønlendsku bygdunum Nuugaatsiaq og Illorsuit, sum ikki sleppa heimaftur eftir flóðalduna herfyri, kunnu nú vænta nýggjan bústað.

Landsstýrismaðurin við íbúðarmálum, Erik Jensen, hevur nú funnið 70 milliónir krónur til endamálið.

- Pengarnir skulu brúkast til at framleiða nýggj hús sum byggisett, keypa verandi íbúðir í økinum og umvæla verandi býli hjá kommununi, skrivaði grønlendska heimastýrið í tíðindaskrivi í gjár.

Hvagar fólk vilja flyta, velst um hvat tey ynskja. Qaasuitsup kommuna er nú við at finna út av hesum, skrivar Sermitsiaq. Nýggju bústaðirnir kunnnu til dømis vera í Uummannaq ella í bygdunum Upernavik, Aasiaat, Qeqertarsuaq ella Qasigiannguit.

Pengarnir eru funnir við at taka av kontum til verkætlanir, har øll játtanin ikki er brúkt. Eisini hava kommunur latið pengar av sínum óbrúktu játtanum, skrivar Sermitsiaq.

Landsstýrið hevur eisini játtað at strika skuld, sum borgarar møguliga hava við trygd í ognunum, sum tey nú ikki sleppa heimaftur til.